Amnesty rýmir úr India

Amnesty rýmir úr India
Myndugleikarnir hava stongt bankakontur hjá felagsskapinum, tí illgruni er um brot á lóg um útlendskt virksemi
Myndugleikarnir í India halda, at peningainnsavningarskipanin hjá Amnesty er hvítting
 
29.09.2020 - 09:29

Mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International, hevur sagt øllum starvsfólkum sínum í India úr starvi, og gevst við virksemi sínum í landinum.

Orsøkin er, at indisku myndugleikarnir, sambært Amnesty, hava stongt bankakontur hjá felagsskapinum, tí illgruni er um brot á lóg um útlendskt virksemi.

Amnesty leggur myndugleikarnar undir gívrajagstran móti mannarættindafelagsskapinum.

Hvítting

Myndugleikarnir halda, at peningainnsavningarskipanin hjá Amnesty er hvítting, tí Amnesty hevur spurt myndugleikarnar um opinleika og brot á mannarættindi í samband við sekteriskar samanbrestir í New Dehli og støðuna í Kashmir.

Indisku myndugleikarnir vilja í dag ikki vátta, um teir hava stongt bankakontur hjá Amnesty í India. 

Eisini í 2018 varð húsarannsókn gjørd á skrivstovum hjá felagsskapinum, og kontur vórðu stongdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666