Trump aftur á forsetaborgini

Trump aftur á forsetaborgini
Amerikanski forsetin sigur seg vera til reiðar at taka valstríðið uppaftur
Donald Trump, forseti, er nú aftur í Hvítu húsunum
 
06.10.2020 - 09:08

Amerikanski forsetin, Donald Trump, varð útskrivaður av Walter Reed-sjúkrahúsinum í gjár.

Hann er farin aftur í Hvítu húsini, har hann framhaldandi fær viðgerð fyri koronu, hóast forsetin sjálvur royndi at leggja dent á, hvussu væl hann er fyri.

Lækni forsetans, Sean Conley, segði við miðlar í gjár, at forsetin er ikki frískur enn, og at læknar skulu vera hjá honum í Hvítu húsunum. Forsetin sjálvur sigur seg vera til reiðar at taka valstríðið uppaftur, men lækni hansara var ikki so avgjørdur um tað, tá hann varð spurdur.

- Tað fáa vit at síggja, var stutta svarið frá Sean Conley.

Tað eru skrásettir umleið hálv áttanda millión tilburðir av koronu í USA, og umleið 210.000 fólk eru deyð av sjúkuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598