Tiltøkini í Danmark kanska herðast

bannari
Tiltøkini í Danmark kanska herðast
Fæst bilbugt ikki við smittutrýstið í Danmark komandi dagarnar, verða tiltøkini herd
 
22.10.2020 - 08:33

Ráðharrin í heilsumálum, Magnus Heunicke, er ørkymlaður um gongdina, eisini, tí fleiri lond í Evropa tykjast hava mist tamarhaldið á smittugongdini.

Hann sigur, at komandi tveir ella tríggir dagarnir verða avgerandi fyri, um Danmark fer at herða tiltøkini. Í Danmark kunnu fleiri enn 50 fólk ikki savnast.

Tað er í fyrsta umfari galdandi fram til 31. oktober. Eisini verður sett sum treyt, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast við almennum flutningi.

Í gjár vórðu 630 smittutilburðir staðfestir.

Sum støðan er nú, er talan ikki um at lata enn meira upp, tí smittugongdin er ikki góð, sigur heilsumálaráðharrin við Jyllandsposten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527