Hava smáligan fiskiskap

Hava smáligan fiskiskap
Fiskamarknaðurin metir um útlitini hesa vikuna
Streymurin er góður hesa vikuna, og tí væntar Fiskamarknaðurin nakað av útróðri
 
26.10.2020 - 09:17

Fimm línuskip eru á landgrunninum. Tey fiska mest av toski og hýsu, og so nakað av longu og brosmu. Fiskiskapurin er smáligur.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í meting fyri hesa vikuna.

Streymurin verður góður hesa vikuna, og veðrið verður eisini hampuligt. Tí roknar Fiskamarknaðurin við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so toski.

Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hann roynir eftir kongafiski vestanfyri.

Allir partrolararnir uttan tveir eru til fiskiskap. Øll pørini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur.

Allir trolbátar liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaðurin í meting fyri hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531