20 ára gamli Magnus H. Jacobsen á A-landsliðið

20 ára gamli Magnus H. Jacobsen á A-landsliðið
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur tikið 25 leikarar út til landsdystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta
Magnus Holm Jacobsen úr B36 eru tikin út til A-landsliðið
 
02.11.2020 - 11:13

- Eg bleiv nokk so kløkkur, tá eg fekk tað at vita.

Tað viðgongur 20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen úr B36, sum er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. 

Ungi B36-leikarin kennir tó sínar egnu dygdir, og er klárur til avbjóðingina at spæla á A-landsliðnum. 

- Eg eri eri ein ordiligur bóltvinnari, so havi eg eisini góðan hugburð og kant, leggur hann afturat. 

Og Magnus Holm Jacobsen er eisini greiður yvir, hví hann er tikin út til landsliðið. 

- Eg spældi væl í evropeisku dystinum hjá B36, og tað vænti eg er orsøkin til, at eg eri úttikin, sigur Magnus Holm Jacobsen, sum ætlar at bíta seg fastan á A-landsliðnum. 

 

A-landsliðið móti Litava:

Málverjar:
Gunnar Nielsen (FH) 
Teitur Matras Gestsson (HB)
Tórður Thomsen (NSÍ)

Verjuleikarar:
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann Bergen)
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Rógvi Baldvinsson (Bryne)
Heðin Hansen (HB)
Sonni Ragnar Nattestad (B36)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Odmar Færø (KÍ)

Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (GAIS)
Kaj Leo í Bartalstovu (Valur)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg)
Hallur Hansson (AC Horsens)
Dan í Soylu (HB)
Magnus Holm Jacobsen (B36)

Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Patrik Johannesen (KÍ)
Jóan Símun Edmundsson (Arminia Bielefeld) 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303