Undantøk skulu fíggja verkfallið

02.11.2020 - 16:19
Innlendis›Samfelag
Undantøk skulu fíggja verkfallið
Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru fúsir at leingja undantøkini, men treytir verða lagdar við. Tað góðtekur sjúkrahúsverkið ikki
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Nú seta sjúkrarøktarfrøðingarnir treytir fyri at leingja undantøkini

Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru til reiðar at leingja undantøkini í sjúkrahúsverkinum, men treytin er, at sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur um tíman fyri hvørt undantak til felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Peningurin verður goldin útaftur sum verkfalsløn. Men tað góðtekur leiðslan í sjúkrahúsverkinum aftur.

Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt greitt, at tað toyggir seg ikki longri í lønartrætuni.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Óluvu í Gong, forkvinnu í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, í útvarpstíðundunum klokkan 16.

Sjúkrarøktafrøðingar, sum hava arbeitt við undantaksloyvi frá verkfallinum, eru farnir til hús.

Í tíðindunum klokkan 17 verður meira at frætta um málið, og samrøða  verður eisini við Margit Stórá, varastjóra í sjúkrahúsverkinum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858