Hava fingið øll undantøk

Hava fingið øll undantøk
Sjúkrahúsverkið hevur fingið undantak til 57 vaktir
 
03.11.2020 - 15:12

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur givið Sjúkrahúsverki Føroya øll tey undantøk, sum tey hava biðið um til komandi samdøgur. 

Tað váttar Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

Tilsamans er talan um 57 vaktir, ið Sjúkrahúsverkið hevur biðið um undantak fyri. 

Undantakini eru givin, nú bíðað verður eftir, at Semingsstovnurin handar pørtunum eitt semingsuppskot í kvøld. Eftir ætlan skulu partarnir svara semingsuppskotinum fyrrapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928