Føroyskur dansur er livandi siðaarvur

Føroyskur dansur er livandi siðaarvur
Skráin Livandi mentan kom, tá Føroyar tóku undir við UNESCO-sáttmálanum um at verja siðaarv í 2018
 
09.11.2020 - 15:45

Føroyskur dansur er livandi mentan og siðaarvur.

Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur søkt um at fáa føroyska dansin tiknan upp í skránna yvir livandi siðaarv í Føroyum.

Og nú er hann komin í skránna, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

Skráin Livandi mentan kom, tá Føroyar tóku undir við UNESCO sáttmálanum um at verja siðaarv. Tað var í 2018.

Endamálið við sáttmálanum er at fáa fólk í øllum heiminum at seta orð á sín egna siðaarv og á tann hátt tryggja, at siðaarvurin ikki verður gloymdur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527