Skúlastýri eisini veljast í dag

bannari
Skúlastýri eisini veljast í dag
Umframt at kommunuval er í dag, skulu foreldraumboð eisini veljast til skúlastýrini kring landið. Men hvat eru skúlastýri, og hvat gera tey?
Umboð fyri skúlarnar taka sær av skúlastýrisvalinum. Her situr skúlastjórin í Hoyvíkar, Hans Jón Juul Thomsen, skúla til reiðar at hjálpa
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
10.11.2020 - 15:25

Endamálið við skúlastýrunum er, sambært heimasíðuni hjá uttanríkis- og mentamálaráðnum, at fáa skipað samstarv millum skúla og heim, soleiðis at foreldur eru við til at mynda virksemið á tí skúla, har børn teirra ganga.

Hvør sjálvstøðugur skúli í landinum hevur eitt skúlastýri, ið verður mannað av foreldrum, umboðum fyri kommunustýri, skúlaleiðara og starvsfólkaumboðum. Hesi síðst nevndu eru við, um skúlin hevur 20 næmingar ella fleiri.

Leiklutirnir hjá skúlastýrunum

Uppgávurnar hjá skúlastýrinum eru millum aðrar at áseta meginreglur um virksemi skúlans, tá tað snýr seg um undirvísingarætlan, samstarv millum skúla og heim, foreldrafundir og arbeiðsbýti millum lærarar og vikuætlan.

Umframt meginreglurnar skal skúlastýrið avgera atferðarreglur í skúlanum og ummæla fíggjarætlanina fyri skúlan, viðgera uppskot um skúlabygging og umbygging.

Tá skúlastýrið skipar seg eftir valið, skal formaður vera eitt foreldraumboð, meðan skúlaleiðarin er skrivari, og hevur ikki atkvøðurætt.

Til ber at lesa meira um skúlastýri, millum annað hvør hevur valrætt og valbæri, her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364