Karl Johansen kanska borgarstjóri í Klaksvík

Karl Johansen kanska borgarstjóri í Klaksvík
Fólkaflokkurin er lopin frá avtaluni, sum varð gjørd við Sjálvstýri seint í gjárkvøldið
Karl Johansen verður kanska nýggjur borgarstjóri í Klaksvík. Nú samráðast Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin um samgongu
 
11.11.2020 - 14:03

Nývaldi býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum í Klaksvíkar býráð, Karl Johansen, verður kanska nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.

Seint í gjárkvøldið varð avtala annars gjørd millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri um samgongu. Fólkaflokkurin skuldi fáa borgarstjóran og Sjálvstýri varaborgarstjóran.

Á middegi hittust flokkarnir aftur til samráðingar. Tá varð greitt, at Fólkaflokkurin var lopin frá avtaluni við Sjálvstýri.

Nú samráðast Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin um samgongu, men Karl Johansen sigur við útvarpið, at eingin avgerð er tikin. 

Takkar fyri seg

Jógvan Skorheim skrivar á sínum Facebook-vanga, at eftir átta ár sum borgarstjóri, er tíðarskeiðið liðugt.

"Vit høvdu droymt um, at verandi framburður skuldi halda fram, har fokus var á spennandi verkætlanir, miðbý, visionerar ætlanir og fólkavøkstur. Men Fólkaflokkurin valdi nakað annað," skrivar Jógvan Skorheim á Facebook. 

Fyrr í dag segði Signhild V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, at Jógvan Skorheim hevði fingið tilboð frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sambandsflokkinum um at halda fram sum borgarstjóri í samgongu við hesar tríggjar flokkarnar.

Men Jógvan Skorheim skrivar, at hann fekk ongantíð vissu fyri nøkrum øðrum møguleika um samgongu, hóast  tað hevur verið ført fram í miðlunum. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558