Javnleikur í Riga í rótuttum dysti

Javnleikur í Riga í rótuttum dysti
Føroyar spældi enn einaferð javnleik móti Lettlandi í Nations League kappingini. Nú er lagt upp til ein ordiligan finaludyst móti Malta týsdagin.
 
14.11.2020 - 19:06

Spælið í Riga var ikki pent at hyggja at í kvøld. Hvørki av liðunum megnaði at seta seg á dystin leikliga, men Lettland hevði tó bóltin meira í fyrra hálvleiki. 

Tað sást, at føroyski landsliðsvenjarin er svii, tí føroyska liðið spældi í einari klassiskari 4-4-2 uppstilling, sum sviar eru serfrøðingar í. Tvær ketur við fýra leikarum, og so tveir áleyparar. Og týpirnar, sum venjarin hevði valt at fylla miðvøllin við, nú Hallur Hansson og Brandur Henriksson Olsen vóru leikbannaðir, vóru arbeiðsmenn. Gunnar Vatnhamar og Rógvi Baldvisson.

Liðið var annars: Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson, Oddmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Olsen og Klæmint A. Olsen. 

Leikararnir arbeiddu hart og vóru disiplineraðir. Lettland kom ikki til nakran ordiliga kjans, fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, fyrr ein tilvildarligur bóltur endaði hjá einum letta, sum smekkaði til. Bólturin brast á stongina og í ryggin á Teiti Matras Gestssyni í málinum, men føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, fekk sparkað bólti burtur á sjálvari mállinjuni. 

Føroyar høvdu nakrar hálvkjansir í fyrra hálvleiki, men lítið at skriva heim um. 

 

Lívligari seinni hálvleikur

Dysturin varð lívliga í seinna hálvleiki. Liðini løgdu meira fyri í álopspartinum, men tað vóru serliga deyðbóltar, ið vóru vandamiklir. Lettar fingu fyrst ein risa møguleika i 50. minutti, tá bólturin verða snittaður víðari við fremra stólpa, og Vladimirs Kamešs bleiv púra leysur við aftara stólpa. Lukktíð fyri Føroyar, so fekk Oddmar Færø vart fyri skotinum. 

So skuldi mann trúð, at føroyska liðið var ávarað, men so var ikki. Níggju minuttir seinni hendi júst tað sama, og hesuferð setti Vladimirs Kamešs bóltin ósvitaliga sikkurt í málið. 

Føroysku leikararnir, sum áðrenn hetta vallað høvdu havt ein ordiliga málmøguleika, bóru skjótt at og herjaðu á lettiska málið. Og áðrenn lettar høvdu fingið armarnar niður, so hevði Gunnar Vatnhamar javnað, tá hann tveir minuttir eftir lettiska málið høvdaði bóltin í einum bleytum boga upp um lettiska málverjan í málið. Uppleggið átti Viljormur Davidsen. Eitt flott mál av Gunnari Vatnhamar, sum var besti maður á føroyska liðnum í dag. 

Meira hendi ikki ordiliga í dystinum. Lettar fingu ein tilvildarliga møguleika, ið Teitur Matras Gestsson bjargaði við fótinum. 

Við javnleikinum liggja Føroyar enn á odda í bólkinum, men lagt er upp til eina ordiliga finalu móti Malta týskvøldið. Føroyar kunnu klára seg við einum javnleiki, men tað verður trupult at koma víðari, um liðið tapir. 

Støðan í bólkinum:

nr Land dystir vd jd td mf mm mm stig
1 Faroe Islands 5 3 2 0 8 4 4 11
2 Malta 5 2 2 1 7 5 2 8
3 Latvia 5 0 4 1 3 4 -1 4
4 Andorra 5 0 2 3 1 6 -5 2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098