Landskassin missir góðar 160 mió. kr.

Landskassin missir góðar 160 mió. kr.
Talan er um landskassaveðhald frá 1980-unum í fiskivinnuni. Løgtingsgranskoðararnir átala hvassliga, at landskassin missir peningin
Landið noyddist at leggja út 1,6 milliardir krónur, tí veðhaldini gjørdust effektiv
 
16.11.2020 - 08:52

Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at einki skipað eftirlit hevur verið fyri at halda lív í krøvunum, og at landskassin tí má avskriva slakar 161 mió.kr. í effektivum veðhaldsútreiðslum.

Talan er um landskassaveðhald frá 1980-unum í fiskivinnuni. 

Landið noyddist at leggja út 1,6 milliardir krónur, tí veðhaldini gjørdust effektiv.

185,5 mió. kr. hjá 104 skuldarum eru til innheintingar, men 160,8 mió. kr. eru fyrnaðar. Eftir eru 24,7 mió. kr. hjá 45 skuldarum.

56 viðmerkingar og átalur

Løgtingsgranskoðararnir átala hvassliga, at ikki er forðað fyri, at landskassin missir góðar 160 mió. kr.

Løgtingsgrannskoðararnir hava grannskoðað landsroknskapin fyri 2019 við støði í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og privatum grannskoðarum. 

Teir hava 56 viðmerkingar og átalur í uppskotinum til samtykar, sum er lagt fyri løgtingið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359