Finnast at innanhýsis eftirliti á Landsverki

Finnast at innanhýsis eftirliti á Landsverki
Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at manglar hava verið í fíggjarstýringini av útbyggingini á Landssjúkrahúsinum
Løgtingsgrannskoðararnir finnast hvassliga at mannagongdini í sambandi við at útbyggja Landssjúkrahúsið
 
16.11.2020 - 10:06

Løgtingsgrannskoðararnir finnast hvassliga at mannagongdini í sambandi við at útbyggja Landssjúkrahúsið.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at innanhýsis eftirlitið og eftirlitsfrágreiðingarnar hjá Landsverki ikki verða gjørdar regluliga og latnar bygginevndini. 

Teir átala hvassliga, at stórir manglar hava verið í fíggjarstýringini, og at disponeringarnar ikki eru greiðar.  

Løgtingsgrannskoðararnir ásanna, at tiltøk eru sett í verk, soleiðis at skilt verður í millum bundnar útreiðslur og væntaðar útreiðslur. 

Landsverk broytir mannagongdir

Landsverk gevur stjóranum í Sjúkrahúsverkinum rætt í, at tað ikki er nøktandi, at innanhýsis eftirlitið hjá Landsverki ikki hevur verið gjørt eftir føstum tíðarleisti, so Sjúkrahúsverkið altíð kann fáa dagførdar eftirlitsfrágreiðingar frá  Landsverki. 

Arbeiðið at rætta tað er á veg. 

Landsverk arbeiðir við at broyta mannagongdir og stýringaramboð, so orðingin ”disponering” bara verður brúkt um upphæddir, sum eru bundnar, og skulu rindast. 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur greitt frá, at Heilsumálaráðið fer at viðgera viðurskiftini saman við Landssjúkrahúsinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655