Lækkar markið fyri negativari rentu á nýggjárinum

Lækkar markið fyri negativari rentu á nýggjárinum
Banknordik lækkar upphæddina á kontum, sum er undantikin negativa rentu - úr 500.000 til 250.000 krónur.
 
23.11.2020 - 16:11

Eigur tú fleiri enn 250.000 krónur á bók í Banknordik, so kanst tú vænta at rinda negativa rentu fyri at hava pengarnar innistandandi.

Banknordik broytir upphæddina, sum er undantikin negativari rentu, á nýggjárinum - úr 500.000 krónum til 250.000 krónur.

 - Samstundis verður negativa rentan lækkað úr minus 0,75 % til 0,60 prosent, skrivar bankin á heimasíðuni.

Umframt hámarkið, ið er 250.000 krónur, ber til at hava upp til tvær aðrar kontur við 50.000 krónum á - uttan at rinda negativa rentu.

Um kundar hava fleiri enn tríggjar vanligar innlánskontur, verður negativ renta goldin av hesum kontum, stendur á heimasíðuni hjá Banknordik.

Tó eru børn og ung undir 29 ár undantikin negativum rendum.

Sambært yvirliti á heimasíðuni hjá hinum bankanum - Betri Banki , Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa - er hámarkið har framvegis 500.000 krónur fyri at sleppa undan at rinda negativa rentu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. juni
Morgunlestur hósdagur 11.juni 2026
209283
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Nýggjastu sendingar í SV