Teldusníkar brotið inn á Ritzau

Teldusníkar brotið inn á Ritzau
Óvist er, hvør hevur brotið inn, men teldusníkarnir krevja loysigjald
Telduálopið hevur við sær, at allar redaksjónellar skipanir á tíðindastovuni eru óvirknar
 
25.11.2020 - 09:20

Teldusníkar hava brotið inn á telduskipanina hjá donsku Ritzau tíðindastovuni. Tað skriva fleiri danskir miðlar.

Fyrisitingarstjórin í Ritzau, Lars Vesterløkkem sigur sambært BT, at álopið er sera væl lagt til rættis, og teldusníkarnir krevja eitt loysigjald fyri at steðga álopinum. Óvist er, hvussu stórt kravið er um.

Tað er eisini óvist, hvør hevur skipað fyri álopinum, sum byrjaði í gjáramorgunin.

Telduálopið merkir, at allar redaksjónellar skipaninar hjá Ritzau eru óvirknar, men Lars Vesterløkke væntar, at alt kemur aftur í rættlag í morgin 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328