Amnesty hartar Amazon

Amnesty hartar Amazon
Heimsins størsta internetfyritøka, Amazon, virðir ikki starvsfólkarættindi, sigur mannarættindafelagsskapurin
 
27.11.2020 - 12:29

Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International, sum lýsir ivasom arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólkum hjá Amazon í Fraklandi, Póllandi, Stóra Bretlandi og í USA.

Starvsfólk, sum royna at skipa seg í fakfelag, verða hótt verða stevnd ella koyrd úr starvi, sambært atfinningunum hjá Amnesty.

Ei heldur virðir Amazon tryggari arbeiðsviðurskifti og sjúkrapengar, meðan korona herjar, og tað hevur elvt til økt arbeiðstrýst og gjørt tað vandamiklari hjá starvsfólkum at arbeiða.

Yvirskotið hjá Amazon metstórt

 – Meðan korona hevur herjað, hava starvsfólk hjá Amazon sett sína heilsu í vanda fyri at tryggja, at týdningarmiklar vørur verða latnar við okkara dyr, og tað hevur givið Amazon eitt metstórt yvirkot.

– Í tí sambandi er tað skelkandi, at Amazon hevur arbeitt ímóti starvsfólkum, sum royna at skipa seg. Sum eitt av valdsmiklastu fyritøkum í heiminum, átti Amazon at vita betri, sigur Barbora Cernusaková, sum er granskari og ráðgevi hjá Amnesty.

Sambært Amnesty hevur felagsskapurin í september skrivað til Amazon og biðið fyritøkuna um at svara ákærunum í frágreiðingini. 12. oktober kom skrivligt svar frá Amazon, sum tó svarar uttan um spurningarnar, sambært Amnesty.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096