Toskaveiðan minkað niður í helvt

Toskaveiðan minkað niður í helvt
1. oktober vórðu landað 8.500 tons av toski samanborið við 17.000 tons sama tíðarskeið í fjør
Toskaveiðan í ár 8.500 tons, eina helvt minni enn somu tíð í fjør
 
30.11.2020 - 14:37

Munandi minni av toski eru landað higartil í ár samanborið við í fjør. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er nøgdin av toski, sum er veiddur í føroyskum øki, minkað við einari helvt.

1. oktober í ár vórðu landað tilsamans 8.500 tons av toski samanborið við 17.000 tons sama tíðarskeið í 2019, sigur Hagstovan.

Tað er ikki bara toskur, sum minni er avreitt av higartil í ár. Hýsan er minkað ein fimting. Hinvegin eru landað 18 prosent meira av upsa.

Eitt vet minni

Nøgdin av øllum fiskasløgum, sum er landað í ár, er eitt vet minni í ár enn í fjør. Avreiðingarvirðið er minkað ein fimting.

Fyri tosk er virðið fallið meira enn helvtina og fyri hýsu ein góðan fjórðing samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Nøgdin av uppsjóvarfiski er nakað tann sama sum fyrstu 10 mánaðirnar í fjør, sigur Hagstova Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065