Bahrain bannar ísraelskar vørur

Bahrain bannar ísraelskar vørur
Bahrain í Persaflógvanum fer ikki at loyva innflutningi av ísraelskum vørum, sum eru framleiddar í búsetingum á hersettum palestinskum øki
Búseting á Vestara Áarbakka
 
06.12.2020 - 10:14

Bahrain í Persaflógvanum fer ikki at loyva innflutningi av ísraelskum vørum, sum eru framleiddar í búsetingum á hersettum palestinskum øki.

Tað skrivar BNA sambært Reuters. Tíðindini samsvara ikki við tað, sum handilsmálaráðharrin í Bahrain segði fyrr í vikuni um innflutning úr Ísrael. 

Tá nevndi hann møguleikan at innflyta vørur frá ísraelsku búsetingunum, og at Bahrain ikki fer at gera mun, um vøran er framleidd í Ísrael og á hersetta Vestara Áarbakka og Golanherðunum.

Spurningurin um Palestina stóra stríðsmálið

ST-trygdarráðið hevur í fleiri samtyktum staðfest, at bæði hersetingin og búsetingin eru ólógligar. Stóri trupulleikin í allari ósemjuni millum arabisku londini og Ísrael er spurningurin um Palestina.

Í september komu diplomatisku viðurskiftini millum Bahrain og Ísrael aftur í rætt lag. Bahrain er seinasti arabiski staturin, sum hevur gjørt avtalu við Ísrael um at normalisera viðurskiftini við Ísrael.

Í august samdust Ísrael og Sameindu Arabisku Emiratini um hetta. Undan tí vóru tað bara Egyptaland og Jordan, sum høvdu diplomatiskt samskifti við Ísrael.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328