Grønland eisini fingið pengar

Grønland eisini fingið pengar
Grønlendsku fólkatingsumboðini hava eisini fingið pengar í donsku fíggjarlógini fyri 2021
 
07.12.2020 - 07:37

Pengar eru til at tryggja, at børn í Grønlandi kenna síni rættindi, og grønlendska sjúklingahotellið í Keypmannahavn er eisini í fíggjarlógini.

1,2 milliónir krónur eru settar av til at greina støðuna hjá grønlendskum børnum, sum eru valdsflutt til Danmarkar.

 >> SÍ EISINI Knappar 50 mió. krónur frá Fólkatinginum

Fólkatingslimirnir, Aaja Chemnitz Larsen og Aki-Matilda Høegh Dam, fegnast eisini um, at slakar 27 milliónir krónur eru settar av til dokumentarfilmsgerð í Danmark, Føroyum og Grønlandi, skrivar KNR.

Føroysk og grønlendsk filmsfólk kunnu søkja um pengar til at gera dokumentarfilmar. 4,4 milliónir krónur eru til eina royndarverkætlan um krabbamein á grønlendska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Royndin byrjaði í fjør. Hon miðar eftir at kanna, hvussu kropsligt virksemi ávirkar krabbameinssjúklingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401