Nýggj Unesco-nevnd sett

Nýggj Unesco-nevnd sett
Hetta er triðja Unesco-nevndin, síðani Føroyar fingu atlimaskap í Unesco í 2009
Hetta er nýsetta Unesco-nevndin, sum er tilnevnd fyri fýra ár. Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, er formaður.
 
17.12.2020 - 09:41

Ein nýggj føroysk Unesco-nevnd er sett.

Unesco er ST-stovnurin fyri útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Í nevndini eru Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum er formaður, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni, Annika Smith, landsbókavørður, Elsbet Heðinsdóttir Christiansen fyri Føroya ungdómsráð, og Margretha Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkistænastuni.

Armgarð Weihe, fulltrúi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, er virkandi aðalskrivari hjá nevndini.

Nevndin er tilnevnd fyri fýra ár.  

Triðja nevndin

Hetta er triðja Unesco-nevndin, síðani Føroyar fingu atlimaskap í Unesco í 2009.

Á fyrsta fundinum hjá nýggju nevndini varð føroyskur limaskapur í IOC umrøddur. IOC er havgranskingarnevnd hjá Unesco. 

Eisini varð føroyskur heimsarvur og ein føroysk geopark umrødd.

Nýggja nevndin fer eisini at arbeiða víðari við sáttmálanum um at verja siðaarv, sum undanfarna Uncesco-nevnd arbeiddi við.

Løgtingið samtykti í 2018 at taka undir við sáttmálanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521