Bjóða barnaheimseind í Vági

Bjóða barnaheimseind í Vági
Vágs kommuna sigur, at í kommununi er nógv orka brúkt til at lofta ungdómum og fyribyrja, at tey koma i avbjóðandi støður
Vágs kommuna bjóðar Almannamálaráðnum og Almannaverkinum samstarv um barnaheimseind í Vági
 
21.12.2020 - 09:05

Almannamálaráðið hevur fingið tilboð úr Vági um barnaheimseind.

Vágs býráð hevur samtykt, at kommunan bjóðar Almannamálaráðnum og Almannaverkinum samstarv um barnaheimseind í Vági.
  
Í brævinum um samstarv stendur, at í Vágs kommunu er nógv orka brúkt til at lofta ungdómum og fyribyrgja, at tey koma í avbjóðandi støður.

Nógv ung eru í vardum starvi og í starvsvenjing í samstarvi við Almannaverkið.

Nevndur er møguleikin at keypa eini stór sethús og umbyggja tey, ella at byggja nýtt hús.

Fólk við rættari útbúgving og fakligum førleikum eru í Suðuroynni, sigur Vágs kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329