30.000 bilar í Eysturoyartunlinum

30.000 bilar í Eysturoyartunlinum
Fyrsta samdøgrið koyrdu 18.000 bilar, og nú hava 12.000 bilar koyrt aftrat
Áhugin at royna Eysturoyartunnilin er stórur. Higartil hava 30.000 bilar verið í tunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2020 - 10:46

30.000 bilar hava higartil koyrt í Eysturoyartunlinum. Tað vísir ein uppgerð, nú tvey samdøgur eru farin, síðani tunnilin læt upp.

Sambært Akstovuni eru 40.203 akfør í Føroyum. Sostatt hava tríggir fjórðingar av øllum akførum í landinum verið í tunlinum.

18.000 bilar høvdu koyrt ígjøgnum, tá ið tunnilin hevði verið opin í 24 tímar, og nú hava 12.000 bilar aftrat koyrt í tunlinum, upplýsir Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum. 

Taka mynd

Mynd verður tikin av øllum bilum, tá ið teir koma inn í ein av teimum trimum tunnilsmunnunum - í Rókini, á Strondum og  á Hvítanesi. Tá ið bilurin fer úr tunnilsmunnanum, verður aftur ein mynd tikin, og tað verður skrásett sum ein túrur. 

-  Fleiri bilar hava koyrt í tunlinum, enn vit høvdu væntað. Alt hevur gingið væl, síðani tunnilin læt upp, men tá ið flest bilar vóru í tunlinum í senn, varð neyðugt at skrúva upp fyri ventilasjónini, sigur Teitur Samuelsen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896