Byggja ellisheim í Leynum

Byggja ellisheim í Leynum
Smápartafelagið Grettir skal gera lendisarbeiðið
Spakin til nýggja ellisheimið varð settur í leygardagin
Mynd: Kvívíkar kommuna, Jens Kr. Vang  
 
23.12.2020 - 09:34

Lendisarbeiðið í sambandi við at byggja ellisheim í Leynum byrjar fyrst í 2021.

Bygdarráðið í Kvívíkar kommunu hevur gjørt sáttmála við smápartafelagið Grettir um lendisarbeiðið.

Tilboðið hjá Gretti er ein millión og 113.650 kr.

Spakin varð settur í leygardagin. Lendisarbeiðið byrjar fyrst í 2021, og skal verða liðugt á sumri í 2021.

Pláss fyri 16 fólkum

Kvívíkar kommuna hevur keypt góðar 11.200 fermetrar av jørð frá Búnaðarstovuni fyri eina millión krónur, ella fyri 89 kr. fermeturin.

Kvívíkar kommuna ætlar at byggja ellisheimið oman fyri gamla skúlan í Leynum.

Í heiminum verður pláss til 16 røktarsjúklingar og fólk, rakt av demens.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807