Kvinnuhúsið fær 800.000 kr.

Kvinnuhúsið fær 800.000 kr.
Peningurin verður latin úr grunni, sum nú verður tikin av
Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, sigur, at peningurin kann bøta um umstøðurnar hjá kvinnum, sum hava verið fyri likamligum og sálarligum harðskapi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2020 - 10:11

Kvinnuhúsið fær nú 800.000 krónur í fíggjarligum styrki.

Talan er um fæið í "Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne."

Stýrið í hesum grunni gjørdi fyrr í ár av at taka grunnin av, tí mett varð, at grunnurin ikki longur kann lúka  endamál sítt.

Samstundis gjørdi stýrið av, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent, at tað verður gjørt.

Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, er takksom fyri gávuna. 

- Hetta kann bøta um umstøðurnar hjá kvinnum og børnum, ið hava verið fyri likamligum ella sálarligum harðskapi, sigur hon.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815