Seks fólk smittað

bannari
Seks fólk smittað
Enn er óvist, hvussu fimm teirra eru smittað
Mynd: Kelda: Savnsmynd  
 
03.01.2021 - 13:34

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað er enn óvist, hvussu fimm teirra eru blivin smittað. Helst hava tey verið í sambandi við hvør annan.

Eitt fólk hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á triðja degi. Øll eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 839 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 56 fólk smittað í løtuni. Tvey fólk eru í løtuni innløgd hjá sjúkrahúsverkinum við koronusmittu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858