Filip Jojic ivasamur til Kekkia-dystirnar

Filip Jojic ivasamur til Kekkia-dystirnar
Skotsterki bakkurin, Filip Jojic, hevur ein skaða at dragast við, og tað er ivasamt um hann fær sín fyrsta dyst fyri Føroyar í hesum umfarinum
04.01.2021 - 15:27

Filip Jojic fekk ríkisborgararætt í summar, og síðan hevur hann kunnað spælt við føroyska landsliðnum.

Men hann hevur bíða leingi. Dystirnir móti Kekkia skuldu vera í november, men vórðu útsettir, og nú er skotsterki bakkurin skaddur, og ivi er um, hvørt hann kann spæla móti kekkum.

Íslandsútisetarnir mangla dystarvenjing

Ein annar trupulleiki, sum landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, hevur at dragast við, er, at fýra av spælarunum í hópinum spæla í íslandi. 

Íslendska deildin varð steðga vegna koronu í oktober, og tí hava Allan Norðberg (KA Akureyri), Nicholas Satchwell (KA Akureyri), Rógvi Dal Christansen (Fram) og Vilhelm Poulsen (Fram) ikki spælt í umleið tríggjar mánaðir.

 - Eg kann ikki lúgva meg frá, at dystarvenjingin ikki er hin besta, sigur Allan Norðberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365