Danska kamarkórið Dorimus syngur á føroyskum

Danska kamarkórið Dorimus syngur á føroyskum
Pauli í Sandagerði, Ólavur Jøkladal og Teitur Lassen eru millum komponistarnar, ið Dorimus syngur á ferðini
 
15.05.2026 - 15:26

Hesa ferð eru karmarnir eitt sindur øðrvísi. Studio 5 er ov lítið at rúma øllum, ið eru við í sendingini, og tí verður sungið í forhøllini.

Talan er um kamarkórið Dorimus, sum síðani 1993 hevur staðið fyri væl fyrireikaðum konsertum við nærveru og stórum musikaliteti.

Royndu sangararnir hava 6-8 konsertir um árið, serliga í Norðurjútlandi, har kórið hevur heimstað í Aalborg.



Kammerkoret Dorimus hevur samstarvað við Aalborg Symfoniorkester um framførslur av størri verkum. Skráin hjá kórinum fevnir víða innan klassiska kórtónleikin - bæði eldri tónleik, romantiskan tónleik og nýggjari verk.

Kórið hevur fleiri ferðir frumframført tónleik, sum er skrivaður serliga til Kammerkoret Dorimus - m.a. Kjerlighedens Gjerninger við tekstum eftir Søren Kierkegaard og tónleiki eftir Jakob Lorentzen, og Tre Davidssalmer for blandet kor og harpe eftir Christian Præstholm.

Dirigentur øll árini hevur verið Doris Kjærgaard, sum er organistur og kórleiðari í Jetsmark kirkju.



Eftir at hava fingið kandidatprógv frá tónleikakonsarvatoriinum hevur Doris Kjærgaard víðariútbúgvið seg í direktion hjá m.a. Morten Schuldt Jensen í Freiburg, Tone Bianca Dahl í Oslo, og í sangi hjá Annette Bo Nielsen í Nørre Sundby.

Dorimus, sum vitjar í sambandi við summartónar, hevur fleiri konsertir á ferðini.

Skráin sæst á hesi síðu.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Dorimus


 
1812811

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423