Týskland rakk málinum um at minka útlátið

bannari
Týskland rakk málinum um at minka útlátið
Korona hjálpti landinum at røkka málinum um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020
Ein mest sum tóm floghavn í Týsklandi. Korona gjørdi sítt til, at landið rakk málinum um at minka útlátið í fjør
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
05.01.2021 - 08:19

Týskland rakk í fjør málinum um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi. Tað vóru ikki veðurlagsátøk, sum gjørdu munin, men korona. Tað vísir ein nýggj frágreiðing, skrivar Die Welt.

Útlátið minkaði 42,3 prosent í fjør samanborið við 1990. Málið var 40 prosent. Sambært frágreiðingini hevði Týskland minkað útlátið 37,8 prosent, um korona ikki var.

Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, vænta, at í somu løtu ferð aftur kemur á búskapin, fer útlátið av vakstrarhúsgssi at vaksa aftur, og tað verður longu í hesum árinum.

– Einastu ráð, skulu vit halda tørn, er at seta fleiri tiltøk í verk, sigur stjórin í veðurlagstankasmiðjuni, Agora Energiewende, Patric Graichen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágskirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111