Danmark: Stríðið ímóti koronu verður drúgt

bannari
Danmark: Stríðið ímóti koronu verður drúgt
Danir skulu brynja seg við toli í drúgva stríðnum at basa koronasmittuni, sigur forsætisráðharrin
 
11.01.2021 - 06:27

Tað sigur forsætisráðharrin, sum í samrøðu við TV2 í gjárkvøldið gjørdi greitt, at koronuátøkini, sum nú eru í gildi, neyvan fara úr gildi 17. januar sum ætlað.

– Tað er neyvan sannlíkt, at vit seta úr gildi aftur herdu átøkini so skjótt, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í samrøðuni við TV2.

5. januar herdi stjórnin í Danmark tiltøkini. Eitt nú mugu í mesta lagi fimm fólk savnast, og fólk skulu halda tveir metrar frástøðu. 

Hetta var gjørt í eini roynd at basa herviliga, bretska variantinum av koronu, ið smittar sera illa. Í samrøðuni visti Mette Frederiksen ikki at svara, hvussu leingi herdu tiltøkini so verða í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486