Koppsetingarætlanin er nú lýst

bannari
Koppsetingarætlanin er nú lýst
Kunngerðin, sum leggur leistin fyri koppseting av eldri og heilsuveikum, er nú lýst
 
13.01.2021 - 06:39

Kunngerðin fevnir bara um koppseting av starvsfólki í heilsu- og eldraverkinum, partar av almannaverkinum, búfólk á ellis- og røktarheimum, sjúklingar í vandabólkum og teirra avvarðandi, 65 ára gomul og eldri við tørvi á persónligari røkt, umframt fólk 85 ár og eldri.

Tað hevur sína orsøk, at kunngerðin ikki fevnir um aðrar bólkar í samfelagnum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

– Trýstið at fáa koppsetingina er ov stórt í mun talið av koppsetingum, og tí verður atgongdin avmarkað við kunngerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Heilsumyndugleikarnir vænta at vera lidnir við at koppseta føroyingar, tá ið juni mánaður fer at halla. Tað er samstundis sum danir eru lidnir við sína koppseting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083