Nú kunnu fólk aftur vitja á sjúkrahúsunum

Nú kunnu fólk aftur vitja á sjúkrahúsunum
Smittutilburðirnir fækka, og tí hevur Sjúkrahúsverkið avgjørt at seta tiltøkini úr gildi
Tamarhald er á koronusmittuni, og tí er ráðiligt, at sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi, sigur Sjúkrahúsverkið
 
15.01.2021 - 13:21

Mánadagin 18. januar lata sjúkrahúsini uppaftur fyri vitjandi.

Men fólk, sum hava verið uttanlands, skulu tó ikki koma á vitjan á sjúkrahúsi, fyrr enn tey hava fingið fingið negativt svar upp á koronukanning á sætti degi, boðar Sjúkrahúsverkið frá.

Tá koronusmittan tók seg upp aftur um jóltíðir, vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevði millum annað við sær, at avvarðandi hava ikki havt somu møguleikar at vitja á deildunum.

Færri smittutilburðir

Tamarhald tykist tó vera á smittuni, og smittutilburðirnir fækka. Tí hevur Sjúkrahúsverkið avgjørt at seta tiltøkini úr gildi.

Tekur smittan seg upp aftur, kunnu tillagingar aftur koma fyri.

Mint verður á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392