Týskland verður afturlatið til hálvan februar

Týskland verður afturlatið til hálvan februar
Neyðugt er at leingja lógina, tí koronusmittan breiðir seg framvegis
Angela Merkel, samveldiskanslari,
 
19.01.2021 - 13:58

Angela Merkel, samveldiskanslari í Týsklandi, ætlar at leingja lógina, sum letur landið aftur, til hálvan februar.

Tað sæst í einum stjórnaruppskoti, skriva týska blaðið Bild og tíðindastovan Reuters.

Tað ber í sær, at flestu handlar og skúlar framvegis verða afturlatnir. 

Í dag fer samveldiskanslarin, Angela Merkel, at hitta umboð fyri teir ymsu landspartarnar.

83 milliónir fólk búgva í Týsklandi. Landið kom væl burtur úr fyrstu bylgjuni av koronufarsóttini, men síðstu mánaðirnar er talið av smittaðum og deyðum vaksið munandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086