Skúlin við Streymin dregur næmingar til sín

Skúlin við Streymin dregur næmingar til sín
Um nøkur ár verða fáir næmingar eftir í teimum smærru skúlunum í Sundalagnum
 
22.01.2021 - 05:06

Tað sigur skúlastjórin í nýggja Skúlanum við Streymin, Sonni Djurhuus, í samrøðu við Skúlablaðið.

Skúlaastjórin væntar ikki, at teir bygdaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík er lív lagað, hóast ein fólkaatkvøða hevur staðfest, at teir smærru skúlarnir skulu varðveitast.

Eg rokni við, at um eini 10 ár eru fáir næmingar eftir í smáu bygdunum, tí tann stóri skúlin hevur meiri at bjóða, sigur skúlastjórin við Streymin við blaðið.

Fólk tóku ikki væl ímóti ætlanini

Tá ið skjøtul var settur á verkætlanina at byggja nýggja skúla við Streymin, var ætlanin at leggja smáu skúlarnar saman við táverandi skúlunum, Felagsskúlanum og Norðskála-Oyrar skúla.

Fólk í Hósvík og Hvalvík tóku ikki væl ímóti hesi ætlanini, og tá ið ein fólkaatkvøða staðfesti, at fólk vildu varðveita skúlarnar í báðum bygdunum, tódnaði Skúlin við Streymin eitt sindur.

Sostatt eru tríggir skúlar í Sunda kommunu: í Hósvík eru 10 næmingar í 1.-3. Flokki, í Hvalvík eru 23 næmingar í 1.-3. Flokki, og í stóra Skúlanum við Streymin eru 242 næmingar í 1.-10. flokki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431