Undirvísingarverkið nýggja KT-skipan

Undirvísingarverkið nýggja KT-skipan
Aðalráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um, at alt undirvísingarverkið skal hava eina nýggja skipan í staðin fyri tær nógvu, sum nú
Føroyska undirvísingarverkið skal hava eina nýggja, felags KT-skipan, sum avloysir verandi skipanir
 
22.01.2021 - 09:12

Undirvísingarverkið í Føroyum skal hava eina felags KT-skipan, Skúlanet, í staðin fyri tær nógvu, sum eru nú. Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um hetta.

Lógaruppskotið loyvir landsstýrismanninum at brúka í mesta lagi kosta 40 milliónir krónur at gera slíka KT-heildarætlan. Sagt verður, at tær KT-skipanir, sum eru nú, ikki lúka krøvini um KT-trygd og persónsdátuvernd.

Tørvurin staðfestur í 2019

Longu í 2019 staðfesti Undirvísingarstýrið saman við leiðslunum í skúlum og útbúgvingarstovnum ein átrokandi tørv á nýggjum og betri KT-skipanum.

Støðan á fleiri økjum er alsamt meira hættislig, varð sagt tá. Landsstýrismaðurin í mentamálum fekk fyrst í september í fjør eitt uppskot um KT-heildarætlan fyri undirvísingarverkið.

Nú er gjørt eitt lógaruppskot, sum er til hoyringar í løtuni. Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er at fáa heimild til at brúka pengarnar, sum løgtingið hevur latið til at menna KT-heildarætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493