Kielsen framvegis landsstýrisformaður

Kielsen framvegis landsstýrisformaður
Nýggi formaðurin í Siumut, Erik Jensen, vil vera landsstýrisformaður, men einki frættist frá samráðingunum
Kim Kielsen tapti formansvalið í Siumut, men hann er framvegis landsstýrisformaður
 
25.01.2021 - 09:19

Nú tveir mánaðir eru farnir, síðani Erik Jensen bleiv formaður í flokkinum Siumut í staðin fyri Kim Kielsen, er Kim Kielsen framvegis landsstýrisformaður í Grønlandi.

Og nú er Erik Jensen farin heim aftur til Sisimiut, eftir at hava verið í Nuuk í eina tíð.

Erik Jensen hevur sagt, at hann vil vera landsstýrisformaður, og hevur tosað við samgonguflokkarnar um tað.

Men einki er at frætta frá teimum fundunum.

Og sambært blaðnum Sermitsiaq verða samráðingarnar ikki tiknar upp aftur í bræði.

Væntandi verður tað ikki, fyrr enn landstingið kemur saman 16.februar.

Møguleiki er eisini fyri, at val verður í Grønlandi í ótíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328