Stongsil rakar norsk fiskavirki

Stongsil rakar norsk fiskavirki
Nú mørkini lata aftur í 14 dagar, sleppa útlendingar ikki til Noregs at arbeiða fisk
Tað kemur illa við hjá norsku fiskivinnuni, at útlendingar fyribils ikki sleppa inn í landið at arbeiða á fiskavirkjunum
 
28.01.2021 - 11:39

Tað kemur illa við hjá norskum fiskavirkjum, at norska stjórnin í kvøld og fyribils næstu 14 dagarnar letur mørkini aftur fyri øllum, sum ikki búgva í Noregi.

Tað hevur við sær, at fiskavirkini kunnu ikki fáa útlendska arbeiðsmegi inn í landið, og tað rakar virkini meint.

Hetta er tíðin, tá toskurin kemur úr Barentshavinum til norðurnorsku strendurnar at gýta, og norsku fiskavirkini fáa útlendska arbeiðsmegi í hópatali at arbeiða toskin, sum verður landaður til virkini.

Noyðast kanska at gevast

Arne Mathisen, sum er stjóri í fyritøkuni Lofoten Viking, sigur við norska kringvarpið, NRK, at í ringasta føri noyðast tey at leggja virksemið niður, um tey ikki fáa arbeiðsmegi inn í landið. Hann sigur, at nógv av teirra fólkum eru í Noregi helvtina av árinum og í heimlandinum hina helvtina av árinum.

Tiltøkini hjá norsku stjórnini eru fyribils sett at vara tvær tær næstu vikurnar. Men tekur fiskiskapurin seg upp til dømis tvær vikur seinni enn vant, kann tað knúsa marknaðin, sigur Arne Mathisen. Tað fer at merkja, at nógvur fiskur kemur á marknaðin eftir stuttari tíð, og so fer prísurin í botn.

Fiskimálaráðharrin skilir trupulleikan

Norski fiskivinnumálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, sigur seg skilja trupulleikan, men vísir á, at toskurin tíbetur er seinur á veg í ár. Hann vónar sostatt, at náttúran kann veita eina hjálpandi hond, men ásannar eisini, at hetta kann fáa ógvisligar avleiðingar fyri fiskivinnuna, og at tað kann gerast neyðugt við onkrum slagi av endurgjaldsskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025