Dregur út at fáa sáttmála fyri pedagogarnar

Dregur út at fáa sáttmála fyri pedagogarnar
Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava havt fund fyrrapartin
Sáttmálin millum Pedagogfelagið og KAF fór úr gildi 1. oktober í fjør
 
01.02.2021 - 11:29

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið eru ikki byrjaðar aftur enn.

Eingin fundur var í desember og heldur eingin í januar.

Sáttmálakrøvini vórðu handað 8.oktober, og nakrir samráðingarfundir hava verið.

Sáttmálin partanna millum, sum varð gjørdar í 2017, fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Havt fund fyrrapartin

Sáttmálin umfatar námsfrøðingar og hjálparfólk hjá kommununum og landinum.

Nú Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur fingið nýggja nevnd, bað Pedagogfelagið um fund við KAF.

Tann fundurin var fyrrapartin.

Partarnir skulu útvega tøl og hava so fund aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360