Suni heldur fram sum formaður

Suni heldur fram sum formaður
Eingin annar stillar upp til formansvalið á aðalfundinum hjá Føroya handverkarafelag
Suni Simonsen hevur verið formaður í Føroya handverkarafelag síðani 2013
 
03.02.2021 - 09:46

Suni Simonsen heldur fram sum formaður í Føroya handverkarafelag næstu fýra árini.

Eingin annar stillar upp til formansvalið á aðalfundinum hjá felagnum.

Suni Simonsen hevur verið formaður í Føroya handverkarafelag síðani 2013. 

Áðrenn hann gjørdist formaður, var hann í stjórnini hjá felagnum, millum annað var hann næstformaður.

Føroya handverkarafelag roynir at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving í handverksvinnuni á matstovum og í  gistingarhúsum. 

Felagið hevur eisini samráðingar um sáttmálarnar við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, SEV og IRF, sum fóru úr gildi 1.oktober 2020. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493