Tunnilstøl: 2500 bilar mangla framvegis

Tunnilstøl: 2500 bilar mangla framvegis
3223 bilar koyra millum Havnina og Eysturoynna um samdøgrið, og bara 541 bilar koyra millum eystara- og vestara arm á Skálafjørðinum
04.02.2021 - 19:32

Tunnilsfelagið hevur í dag latið Kringvarpinum ferðslutølini fyri Eysturoyartunnilin. Tað koyra ov fáir bilar gjøgnum tunnilin, er greiða niðurstøðan.

Hetta er nakað, ið nógv hava havt varhugan av, men tunnilsfelagið hevur ikki viljað almannakunngjørt tølini. Hetta hevði mánadagin við sær, at løgtingsmaðurin, Jaspur Langaard, setti landsstýrismanninum í samferðslumálum fyrispurning um at fáa ferðslutølini til vega-

Í dag hevur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum broytt meining og latið Kringvarpinum tølini. Tey vísa eitt stórt fall í ferðsluni síðani tað fór at kosta at koyra ígjøgnum.

Tunnilsstjórin vitjar í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928