USA tekur samstarv um mannarættindi uppaftur

USA tekur samstarv um mannarættindi uppaftur
Doanld Trump tók USA úr ST-ráðnum fyri mannarættindi, men Joe Biden, forseti, ætlar at broyta ráðið
Antony Blinken, nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin, fer seinni í dag at boða frá, at USA tekur arbeiðið í ST-mannarættindaráðnum uppaftur
 
08.02.2021 - 09:21

Nýggi uttanríkisráðharrin í USA, Antony Blinken, fer í dag at boða frá, at USA aftur verður við í arbeiðnum hjá ST fyri mannarættindum. 

Tað skriva tíðindastovurnar AP og Reuters, og vísa til stjórnarkeldur.

Í 2018 fór umsitingin hjá Trump úr ST-stovninum, tí hon var ónøgd við, at ráðið áhaldandi fanst at Ísrael. 

Fyrrverandi amerikanska sendifólkið í ST, Nikki Haley, segði tá, at ST í alt ov stóran mun var fíggindaliga sinnað mótvegis Ísrael, og at tekin um skeivleika vóru í ST-ráðnum.

Tá varð eisini funnist at, at ófrælsar tjóðir høvdu limaskap í ráðnum.

Ætlar at broyta ráðið

Eitt embætisfólk +i uttanríkisráðnum hevur sagt við Reuters, at Biden-umsitinigin vónar at kunna broyta ráðið. 

- Vit vita, at ráðið hevur møguleika at verða ein týdningarmikil stovnur hjá teimum sum stríðast móti harðræði og órættvísi kring allan heim. Við at sita við borðið, vóna vit at kunna broyta ráðið og tryggja okkum, at tað livir upp til sína møguleikar.

Verður USA aftur limur í ST-mannarættindaráðnum, verður tað enn eitt stig í málinum hjá Biden-umsitingini um at taka altjóða samstarvið uppaftur.

Síðani Joe Biden tók við sum forseti, er USA aftur farið upp í Parísavtaluna og Heimsheilsustovnin, WHO. Ætlanin er eisini at fara upp í UNESCO og kjarnorkuavtaluna við Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401