Samráðingar um samgongu í Grønlandi slitnaðar

Samráðingar um samgongu í Grønlandi slitnaðar
Hvørki IA ella Nunatta Qitornai vilja fara upp í samgonguna, tí innanhýsis ósemjan í Siumut er so stór
Tað gongst illa hjá nýggja formanninum í Siumut, Erik Jensen, at fáa aðrar upp í samgonguna, nú Demokratarnir eru farnir burturúr
 
10.02.2021 - 09:14

Samráðingarnar um nýggja samgongu í Grønlandi eru slitnaðar. Eingin flokkur vil taka av tilboðnum frá formanninum í Siumut, Erik Jensen. Enn hevur tó ikki verið fundur við Atassut.

Samgongan hjá Siumut er í minniluta, eftir at Demokratarnir fóru úr samgonguni mánadagin.

Siumut hevur tosað við allar flokkarnar, sum eru í andstøðu, uttan við Atassut, men eingin tók av tilboðnum um at koma upp í samgonguna.

Samgongan hjá Siumut og Nunatta Qitornai hevur 11 av 31 landstingslimum. Fyri at hava meiriluta hevur ein samgonga brúk fyri í minsta lagi 16 tinglimum.

Vetrarsetan byrjar týsdagin

Landstingið kemur saman týsdagin, tá ið vetrarsetan byrjar. Tá kann Kim Kielsen lata sessin sum landsstýrisformaður frá sær til Erik Jensen.

Møguleiki er eisini fyri uppskoti um misálit á Kim Kielsen. Verður tað samtykt, verður val í Grønlandi.

Demokratarnir og IA siga, at innanhýsis ósemjan í Siumut er ov stór til, at tey tíma at arbeiða saman við teimum.

Ósemjan er um eitt nám í Narsaq í Suðurgrønlandi, sum nýggja leiðslan í Siumut ikki vil stuðla treytaleyst longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987