Meirvirðisgjaldið eisini endurrindast í 2023

Meirvirðisgjaldið eisini endurrindast í 2023
Alt meirvirðisgjaldið fyri elriknar hitapumpur skal eisini endurrindast í 2023
 
11.02.2021 - 09:10

Tað heldur Fíggjarnevndin, sum hevur broytt uppskotið hjá landsstýrinum um meirvirðisgjald og hitapumpur, so fult meirvirðisgjald verður endurgoldið í eitt ár meira enn landsstýrið ætlar.

Meirilutin, samgongan og Sjálvstýri, heldur, at helvtin av meirvirðisgjaldinum skal endurrindast í 2024 og 2025.

Minnilutin, andstøðan, heldur, at hálvt endurgjald eisini skal latast í 2026, 2027 og 2028. Landsstýrið ætlaði at lata hálvt endurgjald longu í 2023. 

Onnur viðgerð av uppskotinum um at endurrinda meirvirðisgjaldið millum annað fyri elriknar hitapumpur verður týsdagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204