Allarhelst val í Grønlandi

Allarhelst val í Grønlandi
Sambært grønlendska kringvarpinum er meiriluti í grønlendska landstinginum fyri at skriva út val. 
 
13.02.2021 - 10:59

Alsamt meira bendir á, at grønlendingar skulu á val í næstum.

Sambært grønlendska kringvarpinum er meiriluti í grønlendska landstinginum fyri at skriva út val. 

Í løtuni verður tó bíðað eftir, hvør tekur fyrsta stigið, sum er at reisa uppskot um misálit á minniluta-landsstýrið.

- Vit vilja hava eitt val nú, og vit mæla til, at val verður útskrivað, sigur Jens Frederik Nielsen, formaður í Demokratunum, sum mánadagin fór úr samgonguni og nú er partur av andstøðuni.

 

Fleiri flokkar vilja hava val

Umframt Demokratarnar, so hava bæði Attasut og Inuit Ataqatigiit givið greitt til kennar, at flokkarnir vilja hava val nú.

Í landsstýrinum hjá Kim Kielsen eru nú bara Siumut og Nunatta Qitornai - og hesir báðir flokkar hava bara 11 av teimum tilsamans 31 sessunum í grønlendska landstinginum. 

Landstingið kemur saman aftur týsdagin, og vetrarsetan heldur fram til 2. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576