Gera ikki mun á andlits- og støðumyndum

Gera ikki mun á andlits- og støðumyndum
Dáturáðið hevur viðgjørt spurningin
Fólk skulu samtykkja, at myndir av teimum, tiknar í læknahølum, peningastovnum og barrum, verða almannakunngjørdar
Mynd: Savnsmynd  
 
23.02.2021 - 14:52

Dátueftirlitið ger ikki longur mun á andlitsmyndum og støðumyndum. 

Tað verður gjørt, eftir at Dáturáðið hevur viðgjørt spurningin. 

Ein andlitsmynd er ein mynd av einum ella fleiri fólkum, har tað er andlitið, sum skal vísast.

Ein støðumynd er ein mynd, sum avmyndar og lýsir eina støðu. 

Tað kunnu vera nógv fólk, sum eru á konsert, í einum skúlagarði ella í einum grindadrápi til dømis. 

Trupult at gera mun 

Nú er myndagóðskan blivin so góð, at trupult er at gera mun á andlitsmyndum og støðumyndum.

Tí ber betur til at eyðmerkja fólk á støðumyndum. 

Fólk skulu samtykkja, at myndir av teimum, tiknar í læknahølum, peningastovnum og barrum, verða almannakunngjørdar.

Men tey, sum taka myndir, eiga altíð at siga frá, at mynd verður tikin, so fólk fáa høvi til at bera seg undan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817