Ófráboðaðir spurningar og aðalorðaskifti um aling

Ófráboðaðir spurningar og aðalorðaskifti um aling
Tingfundur verður klokkan 11
Í dag fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um frágreiðingina frá landsstýrismanninum í vinnumálinum um alivinnuna
 
24.02.2021 - 08:48

Í dag verður aðalorðaskifti í løgtinginum um aling.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, legði fram frágreiðing um alivinnuna fyri einari viku síðani.

Hetta er fyrstu ferð, løgtingið hevur aðalorðaskifti um aling.

Í morgin verður aðalorðaskifti um fiskivinnuna.

Fyri 20.februar hvørt ár skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggja fyri løgtingið frágreiðing um fiskivinnuna.

Tann frágreiðingin kom hósdagin í farnu viku.

Tingfundurin í dag er kl.11.

Men fyrst eru ófráboðaðir fyrispurningar á dagsskránni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470