Finnland letur aftur í tríggjar vikur

bannari
Finnland letur aftur í tríggjar vikur
Støðan við koronu er versnað síðani jólum, og bretska frábrigdið breiðir seg skjótt í landinum
Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, hevur boðað frá, at neyðugt verður at lata landið aftur, tí korona er aftur farið at breiða seg í landinum
 
25.02.2021 - 09:38

Finnland letur aftur í nakrar vikur, fyri at fáa tamarhald á koronasmittuni. Tað boðaði finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, frá á tíðoindafundi í morgun, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Forsætisráðharrin segði, at støðan við koronu er versnað síðani á jólum, og størsta orsøkin er, at bretska slagið av korona breiðir seg skjótt í landinum.

– Eg veit, at tit eru troytt, og tað eri eg eisini. Men vit mugu hava í huga, at bretska slagið av koronu breiðir seg skjótt, og tí eru tiltøk neyðug, segði hon.

Tiltøkini verða sett í verk frá 8. mars, og skulu fyribils vara í tríggjar vikur.

Skúlagongd heima við hús

Millum annað verða øll uttanhýsis tiltøk avlýst, og matstovur sleppa ikki at hava opið. Allir næmingar, sum eru eldri enn 13 ár, skulu ganga í skúla heima, og fólk skulu eisini í størst møguligan mun arbeiða heima.

– Tað er ábyrgdin hjá stjórnini at syrgja fyri fyri trygdini hjá fólkinum, fyri at fáa tamarhald á støðuni. Við strangari tiltøkum kunnu vit skjótari fáa eina betri tilveru aftur, segði Maria Ohisalo, innanríkisráðharri, á tíðindafundinum.

Í Finnlandi eru 50.000 fólk smittað við koronu, og 716 fólk eru deyð, síðani koronasmittan tók seg upp í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391