Binda bygningarnar saman fyri 72 mió. kr.

Binda bygningarnar saman fyri 72 mió. kr.
Samanbyggingin verður mett at kosta 43 mió. kr., men haraftrat skulu útvegast útgerð, tól og neyðgenerator fyri 29 mió. kr.
Nú skulu nýggi H-bygningurin og B-bygningurin á Landssjúkrahúsinum bindast saman
 
05.03.2021 - 14:01

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur biðið løgtingið um heimild at binda H- og B-bygningarnar á Landssjúkrahúsinum saman og at keypa neyðgenerator, tól og útgerð fyri tilsamans 71, 8 milliónir kr. 

Landsstýrismaðurin sigur, at H-bygningurin er komin væl áleiðis, og nú skulu H- og B-bygningarnir bindast saman.

Tríggjar hæddir í báðum bygningunum skulu byggjast saman. Tað er í kjallarahædd, móttøkuhædd og á aðru hædd.

Kostnaðurin fyri samanbindingina verður mettur til slakar 43 milliónir kr.

Tilsamans eru gott og væl 500 rúm gjøgnumgingin, saman við brúkarum og ráðgevum, og komið er fram til, at tørvur er á tólum og útgerð fyri tilsamans 26 milliónir.

Neyðgeneratorurin verður mettur at kosta slakar tríggjar milliónir kr.

Sambært viðmerkingunum til uppskotið verður neyðugt við einari eykajáttan í ár til arbeiðið, sum skal verða liðugt samstundis sum flutt verður í nýggja H-bygningin. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595