Biden: Kunnu halda tjóðardagin sum vant

Biden: Kunnu halda tjóðardagin sum vant
Amerikanski forsetin sigur, at í mai hevur USA fingið nóg mikið av koppingarevni til øll vaksin
Joe Biden, forseti, helt røðu fyri amerikansku tjóðini í nátt
 
12.03.2021 - 09:59

Amerikanski forsetin, Joe Biden, helt í nátt sína fyrstu røðu fyri fólkinum, eftir at hann tók við sum forseti.

Og sum so nógva aðrastaðni, snúði røðan seg í stóran mun um koronu.

Hann segði, at útlit eru til, at amerikanarar kunnu hátíðarhalda tjóðardagin 4. juli sum vanligt. Men tað krevur, at fólk halda tilmælini, til øll eru koppsett, segði Joe Biden.

Forsetin hevur skrivað undir hjálparpakkan, sum er 1.900 milliardir dollarar.

Nóg mikið av koppingarevni

Og í mai hevur USA nóg mikið av koppingarevni til øll vaksin, legði forsetin dent á.

Samstundis skulu nógv fleiri koppseta fólk, m.a. djóralæknar og tannlæknar, segði forsetin.

Higartil eru umleið 10 prosent av amerikanarunum koppsett.

Men hann ávaraði eisini um, at stríðið ímóti koronu verri enn so er liðugt, og virða fólk ikki tilmælini, verða krøvini í landinum herd aftur.

Higartil eru 528.000 fólk í USA deyð av koronu, og tað er tað mesta í nøkrum landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666