Nýggjur stjóri í Arktisk Kommando

Nýggjur stjóri í Arktisk Kommando
Martin La Cour-Andersen tekur við starvinum 1. juni
Arktisk Kommando hevur høvuðssæti í Nuuk
 
15.03.2021 - 14:57

Arktisk Kommando fær nú nýggjan stjóra. Tað er Martin La Cour-Andersen, sum kemur úr einum starvi sum verjufulltrúi í Washington.

Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq, í dag.

Fyrrverandi stjórin, Kim Jørgensen, fór frá um miðjan desember, tá hann fór í nýtt starv hjá danska verjumálaráðnum. Hann hevði tá verið stjóri í Arktisk Kommando síðani 2016.

Danskur verjuráðgevi í NATO og ES

Martin La Cour-Andersen er føddur í 1963, er giftur og hevur trý børn. Hann hevur millum annað verið verjufulltrúi á donsku sendistovunum í Madrid, London og seinast í Washington, og hevur eisini verið danskur verjuráðgevi í NATO og ES. Hann tekur við nýggja starvinum 1. juni.

Millum uppgávurnar hjá Arktisk Kommando er hernaðarlig verja av Føroyum og Grønlandi, fiskiveiðieftirlit, umhvørvisvernd og leiting og bjargingartænasta.

Høvuðssætið er í Nuuk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928