Várfrágreiðingin løgd fram hósdagin

Várfrágreiðingin løgd fram hósdagin
Frágreiðingin viðger m.a., hvørji búskaparligu útlitini eru, og hvørja ávirkan korona hevur havt á búskapin
Búskaparráðið leggur várfrágreiðingina fram hósdagin
 
16.03.2021 - 10:28

Fyrrapartin hósdagin leggur Búskaparráðið fram várfrágreiðingina. Framløgan verður í Norðurlandahúsinum. 

Heimligi eftirspurningurin er stórur, rentan er negativ, og útflutningurin er farin at vaksa. 

Frágreiðingin viðger, hvørji búskaparligu útlitini eru, og hvørja ávirkan korona hevur havt á búskapin.

Ferðingin uttanlands er minkað, men afturfyri hava vit brúkt meira heima í Føroyum. Búskaparráðið greinar, hvørja ávirkan tað hevur havt á búskapin, samstundis sum arbeiðsloysið er lítið.

Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum verður løgd fram í skálanum í Norðurlandahúsinum hósdagin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860